Innanlands

Skipa fyri flaggdagshaldi í Vágstúni

Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri og skótum fer frá Blikksmiðuni heim í Vágstún, har Ragnhild Ellingsgaard, lærari, flytir fram røðu

2024-04-24 08:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klaksvíkar kommuna: Hósdagin 25. apríl, flaggdagin, skipa skótarnir fyri flaggdagshaldi í Vágstúni.

Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri og skótum fer frá Blikksmiðuni kl. 14 heim í Vágstún, har Ragnhild Ellingsgaard, lærari, flytir fram røðu.

Klaksvíkar Hornorkestur spælir nøkur løg og flaggsangurin verður sungin. Um ikki viðrar, verður haldið í Skúlatrøð.

Aftaná haldið bjóða Grønu skótarnir øllum í KFUM & K til ein drekkamunn, har eisini verður skipað fyri tombola.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder