Innanlands

29 sett av nummarplátum klipt

13 í Norðoyggjum mikunáttina og 16 í Eysturoy í nátt

2024-04-25 10:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Veiðan eftir nummarspjøldrum hjá løgregluni í samstarvi við Akstovuna heldur fram.

Hesar báðar seinastu næturnar hevur løgreglan klipt 29 sett av nummarplátum. Talan er um akfør, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt, og tí hevur Akstovan heitt á løgreluna um at taka nummarspjøldrini av bilunum.

13 sett av nummarplatum vórðu klipt í Norðoyggjum mikunáttina og 16 í Eysturoynni í nátt, upplýsir valtleiðarin hjá løgregluni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder