324 børn hittust til ein lívligan dag í sólini í Havn týsdagin. Ein dagur fullur av rørslugleði og felagsskapi, fløggum, heppum og smílum.
Stóri endabresturin gekk fyri seg í Høllini á Hálsi, Dansifrøi, Gundadalshøllini og á Tórsbreyt. Ítróttasambondini, sum hava verið við á skúlaleikunum í ár eru Frælsur ítróttur Føroya, Flogbóltssamband Føroya, Badmintonsamband Føroya, Róðrarsamband Føroya, Kurvabóltssamband Føroya, Føroya Styrkisamband og Parasport Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald